Súkkling
Seinasta kapping í hesum kappingarárinum er á skránni komandi leygardag, og tað verða børnini sum enda kappingarárið 2005.
Leygardagin sleppa børnini at royna seg í einkultstarti, og eins og í fjør verður kappast inni á Kaldbaksbotni.
Allir súkklarar møtast við bussskýlið í Kaldbaksbotni, har starturin verður. Koyrt verður móti Kaldbaksbygd, har vent verður.
Teinarnir eru ymiskir, alt eftir hvørjum bólki børnini koyra í.
Kappast verður í hesum bólkum:
Bólkur 1 - gentir undir 8 ár
Bólkur 1 - dreingir undir 8 ár
Bólkur 2 - gentir 9-11 ár
Bólkur 2 - dreingir 9-11 ár
Bólkur 3 - gentir 12-14 ár
Bólkur 3 - dreingir 12-14 ár
Kappingin byrjar kl. 14.00 og allir luttakarar skulu møta í seinasta lagi kl. 13.30.
Heiðursmerkir verða til tríggir teir fremstu súkklararnar, og eitt hvørt leskiligt verður til børnini eftir kappingina.










