Einkjurnar til Saudiarabia

Myndugleikarnir í Pakistan kunngjørdu í gjárkvøldið, at einkjurnar eftir Osama bin Laden, børn teirra og eitt abbabarn fara úr Pakistan fyrrapartin í dag.

Sagt varð, at fylgið fer til Saudiarabia, haðani tvær av einkjunum eru ættaðar. Tann triðja er úr Jemen. Við teimum eru sjey børn og eitt abbabarn.

Tær tríggjar einkjurnar vórðu herfyri dømdar í varðhald í hálvan annan mánað, tí tær høvdu verið í Pakistan uttan neyðug loyvi. Pakistonsku myndugleikarnir hava havt umsjón við familjuni hjá bin Laden, síðani amerikanskir hermenn skutu hann í fjør.