Einki við nýggjárssending at gera

Høgni í Jákupsstovu sigur, at hann leingi hevur umhugsað støðuna og hann avsannar, at uppsøgnin hevur nakað við nýggjárssendingina at gera

Tað var í morgun, at Høgni í Jákupsstovu boðaði frá, at hann ikki ynskti at vera í starvi í Kringvarpinum.

 

Les eisini: Høgni sagt sagt seg úr starvi

 

- Eg havi leingi umhugsað tað. Eg havi verið í Kringvarpinum í rúma tíð og føli, at eg havi gjørt tað, eg kann. Her er einki dramatiskt í hesum her. Eg havi bara hug at fara undir nýggjar avbjóðingar, sigur Høgni í Jákupsstovu.


Høgni í Jákupsstovu er 38 ára gamal og hevur verið í starvi í Kringvarpinum í fleiri ár.


- Eg havi gjørt ótrúliga nógvar sendingar. Onkrar hava verið góðar, aðrar hava verið minni góðar, men eg hevði ongantíð funnið upp á at sagt meg úr starvi, orsaka av einari sending, ger Høgni í Jákupsstovu greitt.


Harvið avsannar hann, at uppsøgnin hevur nakað sum helst við nýggjárssendingina at gera. Henda sending hevur annars verið fyri nógvum atfinningum. Bæði áðrenn hon varð send, men sanniliga eisini aftaná.

Tað var smápartafelagið hjá Kára Durhuus, Fjølvinna, sum stóð fyri at gera sendingina. Høgni í Jákupsstovu var høvuðssamskipari av henni.


- Nei, tað hevur einki við tað at gera. Henda avgerðin varð tikin fyri jól, men er ikki fráboðað fyrr enn nú, sigur Høgni í Jákupsstovu.


Hann vísir á, at hann fór undir eina útbúgving í HD fyri hálvumøðrum ári síðani. Hetta hevur kravt nógv av honum. Harumframt hevur hann smá børn.


- Nú gleði eg meg til at njóta nývunna frælsi, at brúka tíð saman við børnunum og familjuni, sigur Høgni í Jákupsstovu, sum annars ikki hevur nakað ítøkiligt tilboð á hondini, nú hann so brádliga segði seg úr starvi.