Einki verkfall í skipaflotanum

Tíðliga seinnapartin í gjár samdust Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um at halda fram við verandi sáttmála í eitt ár aftrat

Sáttmáli

 

Tað gekk bæði skjótt og væl hjá feløgunum, sum umboða fiskimenn og reiðarar, at gera nýggjan sáttmála, sum er galdandi fram til 1. desember í 2009.

Fyrsti samráðingarfundur var týsmorgunin, og mikudagin var longu næsti fundur.

Í samrøðu við Sosialin týsdagin segði formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, seg hava vónir um, at feløgini fóru at koma til sættis.

Í gjár segði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, at tað ikki eru krónur og oyru, sum skilja partarnar hesaferð, og hann segði seg heldur ikki vænta nakrar broytingar í hýruprosentum.

Tó løgdu báðir formenninir aftrat, at ilt er at spáa um samráðingar – og at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.

Men nú er so longu alt liðugt.

Tíðliga seinnapartin í gjár samdust feløgini so um at framleingja verandi sáttmála fram til 1. desember í 2009.

Sostatt ræður friður í viðurskiftunum millum fiskimenn og reiðarar.

Við samráðingarnar seinasta ár endaðu fiskimenn úti í verkfalli, sum vardi út í januar mánaða í ár.