Einki verkfall kortini

Næmingarnir á studenta- og hf-skúlunum kring landið kunnu anda lættari. Yrkislærarafelagið og Fíggjarmálastýrið gjørdu í gjáramorgunin semju um nýggja sáttmála, og tað hevur við sær at einki verkfall verður á hesum sinni. Hóast lønarkrøv felagsins ikki vóru uppfylt, so fekk fingu lærararnir heldur meir í posan við nýggja semingsuppskotinum

Í blaðnum í gjár gjørdu vit burtur úr ósemjuni millum Yrkisfelagið og Fíggjarmálastýrið, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma sá út til at enda við verkfalli.

Semingsmaðurin, Suni Schwarts Jacobsen, segði við Sosialin, at tað var lítið, sum bendi á, at partarnir fóru at geva seg so mikið, at tað var nøkur orsøk at kalla teir innaftur.

Men so legði hann afturat, at tað kortini var tíð hjá pørtunum at skifta hugsan.

Og tað var júst tað sum hendi. Suni Schwarts Jacobsen semingsmaður sigur, at teir høvdu samband við partarnar allan hósdagin, men tað var ikki fyrr enn móti kvøldi, at tað kom glið á.

Hvør var tað tá, sum vildi geva seg?

? Eg haldi at hvørgin parturin lá eftir einum verkfalli, tí tað fór at raka næmingarnar serliga hart. Vit sóu, at báðir partar vóru til reiðar at fara aftur til samráðingarborðið og so arbeiddu vit út frá tí.

Nær fóru tit til verka?

? Vit vóru fyri so vítt í gongd alllan hósdagin, men tá vit fingu frænir av at tað var møguleiki fyri at fáa partarnar saman aftur, fóru vit undir meira nágreiniligar fyrireikingar, og so kallaðu vit partarnar inn klokkan níggju hóskvøldið.

Men semjan var ikki undirskrivað fyrr enn í gjáramorgunin. Tað sær út til at hava verið trupult at fáa partarnar at geva seg.

? Annar parturin hevði góðtikið fyrra semingsuppskotið, meðan hin hevði vrakað tað, og tí skuldi eitt mýkingararbeiði til áðrenn vit kundu leggja eitt nýtt semingsuppskot fyri partarnar, sigur Suni Schwartz Jacobsen.

? Men tað er greitt, at vit høvdu ikki sitið so leingi um báðir partar beinanvegin kundu góðtaka semingsuppskotið, leggur hann afturat.


Lønarhækkanin

6,5 pst

Nýggi sáttmálin hjá Yrkisfelagnum inniber, at lønirnar hækka við 6,5 prosentum í sáttmálaskeiðnum.

Lønirnar hækkað við 3,5 pst. 1. marts í ár og aftur við 3 pst. næsta ár.

Afturat hesum hevur felagið fingið við í sáttmálan at floksstøddin verður verandi 24 næmingar.

Henda partin av sáttmálanum vildi Fíggjarmálastýrið fegið hava burtur, men tað gekk ikki á hesum sinni.

Lærararnir eru bangnir fyri, at flokkarnir gerast ov stórir um henda regla ikki verður varveitt.

Nýtt í sáttmálanum er eisini, at lærarar ikki longur skulu keypa undirvísingaramboðini sjálvir.

Fyrr var tað so, at limirnir í Yrkisfelagnum sjálvir skuldu keypa undirvísingaramboðini teir brúka, og tað helt Yrkisfelagið ikki vera rætt.

Nýggjar bøkur koma á marknaðin hvørt ár, men hóast tað er tað ikki altíð, at broytingarnar frá útgávu til útgávu eru so stórar.

Kortini kenna lærarar seg noyddar til at hava nýggjastu útgávurnar tí tað er sum oftast teimum nýggjastu bókunum næmingarnir sita við - og lærararin skal helst vita hvat tað er, sum næmingurin spyr um!

Nýggja reglan í sáttmálanum sigur, at tað er skylda skúlans, at tær lærubøkur og tey undirvísingaramboð, sum brúkt skulu verða í undirvísingini, eru tøk hjá lærarunum. Lærubøkurnar og læruamboðini er ogn skúlans.

Afturfyri hesa broyting hevur Fíggjarmálastýrið fingið inn í nýggja sáttmálan at tímatalið hjá lærarunum er hækkað eitt vet, soleiðis at tað kompenserar fyri eykaútreiðslunum.


Bókasøvnini broytast

Tá farið var undir hesar samráðingarnar hevði Fíggjarmálastýrið sett sær fyri at hyggja nærri eftir skipanini við bókasøvnum á studenta- og hf-skúlunum kring landið.

Tað er fatanin hjá Fíggjarmálastýrinum, at skipanin er ov dýr, sum hon koyrir í dag, tí teir lærarar, sum hava ábyrgd av bókasøvnunum fáa niðurskurð í undirvísingartímunum.

Yrkisfelagið ynskti ikki at broyta skipanina, men nú semja er gjørd, hava partarnir gjørt semju um at seta eina nevnd at endurskoða bókasavnsskipanina.

Nevndin skal gera frágreiðing til Undirvísingar- og Mentamálastýrið um hvussu skipanin hevur virkað, herundir eisini, um skipanin eigur at halda fram í sama ella í broyttum líki. Eisini skal nevndin taka støðu til, um faklærdir bókavørðar eiga at verða tiknir við í arbeiði.

Nevndin skal vera liðug við arbeiðið sítt innan 1. apríl 2000.