Einki verkfall enn

Seinnapartin hevur nevndin í Pedagogfelagnum verið á fundi við álitisfólk síni, fyri at lodda dýpi teirra millum um, hvat næsta stigið hjá felagnum í sáttmálatrætuni eigur at vera.

Seinnapartin hevur nevndin í Pedagogfelagnum verið á fundi við álitisfólk síni, fyri at lodda dýpi teirra millum um, hvat næsta stigið hjá felagnum í sáttmálatrætuni eigur at vera.

 

Fyrsti fundurin hjá Føroya Pedagogfelag við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjar sáttmálar var 28. august, og sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober.

 

Tann 4. desember varð Semingsstovnurin boðsendur, men um kvøldið 19. desember góvu semingsmenninir skarvin yvir, og síðani hevur einki samband verið millum partarnar.

 

Maud Wang Hansen ynskir nú ein fund við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, fyri at finna eina loysn.

 

Hoyrið samrøðu við Maud Wang Hansen, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 seinnapartin, við at trýsta á pílin undir myndini.