Starvsfólkini høvdu boðað frá verkfalli í morgin, men tað verður av ongum. Tað verður ikki verkfall í floghavnini í Billund á hesum sinni.
Starvsfólkini høvdu annars boðað frá verkfalli í morgin, tí tey eru misnøgd við úrslitið av teimum seinastu sáttmálasamráðingunum. Men á fundi í morgun samdust partarnir um at samráðast um nýggjan sáttmála.
Tað fekk starvsfólkini at taka fráboðanina um verkfall aftur.