Heðin Mortensen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum váttar fyri in.fo, at KAF, Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
Beint nú vil Heðin Mortensen ikki siga nágreiniliga, hvat nýggi sáttmálin inniber, men meira verður helst at frætta um hetta seinni í kvøld.