Einki verkfall

Partarnir hava fyri løtu síðan skrivað undir semingsuppskotið, og undirskrivingin fór fram á brúnni umborð á Teistanum.

Klokkan 16.55 í dag undirskrivaðu umboð fyri Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin undir semingsuppskotið, sum semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, legði fyri partarnar seinnapartin í dag.

 

Samráðingarnar hava verið á Deplinum í Skálavík, og tað var á brúnni á strandfaraskipinum Teistanum á veg úr Skopun og yvir á Gomlurætt, at semjan millum partarnar varð undirskrivað.

 

Semjan merkir, at einki verkfall verður hjá Strandfaraskipum Landsins leygardagin klokkan 17, tá freistin, sum annars var sett fyri semju, hevði runnið út. 

 

in.fo fer seinni at venda aftur til, hvat stendur í semingsuppskotinum, sum báðir partar nú hava skrivað undir.

 

Nýggi sáttmálin millum Fíggjamálaráðið øðrumegin og Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hinumegin verður galdandi fram 1. oktober í 2016.