Einki verk er vert at virðisløna

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verður ikki latin í ár, tí nevndin metir einki verk er nóg gott.

Hósdagin skipar Tórshavnar kommuna fyri samkomu, tá tríggjar mentanarheiðurslønir M.A. Jacobsen verða latnar. Vanliga verður eisini ein Barnamentanarheiðursløn eisini latin, men í ár metir nevndin, at einki verk er mett at vera virðislønarvert. Harvið verður ongin Barnamentanarheiðursløn latin.


Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í ár verður sum nevnt ongin latin.


Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnir við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.