- Einki verið at hoyrt um hesa bygging

Løgtingsmaður vil vita hvat hendir við nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnu- og Uttanríkismálum, skal nú svara upp á hvussu gongur við nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum. Jørgen Niclasen, løgtingsmaður og formaður fyri Fólkaflokkin, boðar í kvøld frá, at hann ætlar sær at seta landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning um málið.


Løgtingsmaðurin vil hava greiðu hvar málið liggur, aftaná at løgtingið hevur samtykt at byggja ein nýggjan bygning til stovnin. Serliga aftaná, at landsstýrið er farið at tosa um at útseta almennar íløgur.


- Síðan tá hevur einki verið at hoyrt um hesa bygging. Landsstýrið hevur seinastu tíðina víst á, at búskapurin er ov heitur, serliga í miðstaðarøkinum, og tí skulu løgur toyggjast. Nú ljóðar, at bygging hjá tí almenna í miðstaðarøkinum ikki skal bíða, men td. bygging av bygningi í Vágum til Sjóvinnustýrið skal útsetast. Fyri at fáa greiðu á hesum, verður hesin spurningur settur, skrivar løgtingsmaðurin í munnliga fyrispurninginum.


Tað var eitt samt løgting, ið 24. apríl samtykti eitt uppskot frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, at brúka 13,7 milliónir krónur at byggja ein nýggja bygning til Sjóvinnustýrið.