- Samgongan hevur nógvar spennandi ætlanir, men politikkurin skal byggja á búskaparligu støðuna í landinum, sigur nýggja forkvinnan í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen Nýggja CHE-samgongan fer nú til verka, og í umfatandi samgonguskjalinum eru nógvar ætlanir fyri næstu fýra árini, men nýggja forkvinnan í fíggjarnevndini lovar, at samgongan fer ikki at leypa fram av.
- Tað eru nógvar visiónir í samgonguskjalinum. Samgongan hevur nógvar spennandi ætlanir, men poltikkurin skal byggja á búskaparligu støðuna í landinum, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
- Uppgávan hjá okkum verður at stýra skilagott og halda okkum til yvirskipaða politikkin hjá samgonguni. Vit skulu arbeiða langsiktað, og vit fara einki at gera í óðum verkum, sigur hon.