Tað røkist einki fyri, at sendimastrarnar hjá Sjónvarpinum virka aftur í dag Vindurin er snøgt sagt ov nógvur í teimum hæddum, har neyðuga arbeiðið skal gerast. Tað ger, at tað í løtuni er lívshættisligt hjá teknikarunum frá Føroya Tele at klintra uppi í mastrini.
Og sum veðurlíkindini eru, so ganga kanska fleiri dagar, áðrenn umvælingarbeiðið kann gerast. Í øllum døgum sigur veðurforsøgnin frá DMI, at vindmegin komandi fimm dagarnar verður millum 12 og 20 m/s.