Kósavirkið í Klaksvík mátti steðga framleiðsluni fyrr enn ætlað í dag, tí virkið hevði ikki nóg mikið av vatni.
Góðveður og turkur hevur verið norðanfyri seinastu tíðina, og tað hevur eisini sína ávirkan á vatngoymslurnar í Klaksvík. Í dag bað Klaksvíkar kommuna fólk um at spara upp á vatnið, meðan turkur er.
Norðlýsið skrivar, at seinnapartin í dag mátti Kósin í Klaksvík gevast fyrr enn ætlað at virka fisk, tí tey høvdu einki vatn. Nógv arbeiði hevur verið á Kósini seinastu tíðina, og eini hundrað fólk hava verið til arbeiðis.
Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Kósini, sigur við Norðlýsið, at í dag fingu tey trupulleikar við framleiðsluni.
- Vit fingu trupulleikar við vatninum, og framleiðslan steðgaði í eitt korter av tí sama. Seinni vóru vit noyddir at steðga allari framleiðsluni ein tíma fyrr enn ætlað, tí vit høvdu simpulten einki vatn, sigur hann við blaðið.
Í kvøld hevur verið eitt lítið æl, og norska veðurtænastan YR lovar nógv regn leygarkvøldið. Og tað hava tey so í øllum førum einki ímóti á Kósini.