Men, nú eru fyribrigdið ið kundu týtt á at fiskidagaskipanin ikki longur er tann besta skipanin vit kundu havt her á landið. Tíðin er óivað komin til at orða ein nýggja politik fyri høvuðsvinnu okkara. Tó skal hettar gerast við skynsemi og í samstarvi við reiðarar, fiskimenn, fíggingarstovnar og fiskivinnuna á landi. Hettar er neyðugt fyri ikki at koma okkum í óneyðugt óføri eins og samgongan hevur gjørt í ár. “Gamla” fiskidagaskipanin er enn ljósár frægari enn glantrileikur makrelsamgongunar, við sínum uppboðsølum, brúksskyldum og friðingum. Hesar hava ikki ført til annað enn ótryggleika, vánaligari fíggingarmøguleikum og kapitalminking í vinnunið umframt at hava ført til olympiskt fiskarí til vánaligar prísir.
Forsprákarar av nýggju skipanini vísa áhaldandi á, at her eru komin nógv fleiri tons av makreli til lands við nýggju fiskisamtyktini enn nakrantíð áður. Jú, men tað er ongantíð blivin fiskaður so nógvur makrelur her um leiðir áður. Bert takka verið Jacob Vestergaard og Fólkaflokkinum eiga vit Føroyingar hesa stóru makrelkvotu at gagnnýta. Við gleðistárum vísa tey eisini á tær milliónirnar ið landskassin hevur fingi burturúr uppboðsølunið av makrelinum. Jú, men enn havi eg onga uppgerð sæð, ið vísur á økt lønsemi hjá fiskiskipum okkara. Manningarnar fáa løn hóast fiskurin fyri stóran part er blivin seldur til útlendingar at fiska, virka og selja aftur. Øll virðisøkingin, ið hevði kunna givið landið og borgarum okkara millióna, um ikki milliarda virðir meira enn uppboðsøluvinningin, liggur av makrelsamgongunar hondum hjá útlendingum. Ikki hugsar Makrelsamgongan um at allur vinningur teirra til landskassan, er missur hjá verkafólkinum kring land okkara. Hvør króna, ið samgongan, saman við Tjóðveldi, hevur vundið burturúr fiskivinnu okkara í ár, eru krónur ið av somu orsøk ikki eru tøkar til at gjalda í lønum og vinningsbýti hjá vinnunið og tí ikki koma handilslívinum, flutningsvinnunum og tænastuvinnunum til góðar. Ei heldur koma hesar milliónir at hjálpa flakakvinnum og monnum okkara, ið standa uttan arbeiði tí útlendingar nú gera teirra arbeiði til kinesiskar slavulønir. Einasti tanki teirra tykist hava verði at fáa sum mest í Landskassan, ikki um livikor hjá vanliga fólki okkara.
Nú Javnaðarflokkurin hevur boða frá landsfundarsamtykt, har teirra niðurstøða er at Føroyingar í stuttum skullu gjalda meira fyri minni, beri eg stóran ótta fyri landið og samfelagið okkara.
Tað tykist ikki sum at vinstravongurin í Føroyskum politikki dugur at skilja, at um tey geva fólkinum eina krónu við høgru hond, meðan tey krevja fimm krónur frá vinnulívinum við vinstru hond, so kemur einstaki borgarin at gjalda einar átta krónur eyka tá tað kemur til stykki. Fólk og vinna okkara megna ikki at gjalda eitt oyra meira til ørvitisætlanir teirra. Vit mugu steðga hesum áhaldandi óskilinum, og síggja í eygunið, at samfelag okkara má brótast upp av nýggjum.
Tað nyttar einki longur at koma rennandi við vælkenda plenuklippararnum hvørja ferð okkurt skal eitast at sparast. Vit mugu endurbyggja samfelag okkara, og taka tey tøk ið krevjast, til at fáa eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag, sum fólkið eisini hevur ráð til at liva og virka í.
Eg heiti tí á tykkum øll, veljið Fólkaflokkin til komandi Løgtingsval. Latið okkum saman endurreisa hettar avbera vakra og stolta land okkara.