LØGREGLAN: Báðar tær seinastu næturnar á ólavsøku hava verið friðarligar.
Fyrranáttina varð bert onkur smávegis fráboðan komin til vakthavandi á Politistøðini í Havn. Talan var um eitt innbrot í eini hús, har nakað av rúsdrekka var tikið.
Tá Portalurin tosaði við vakthavandi á Politistøðini fyri løtu síðani, vóru boðini tey somu: Einki at skriva heim um.
- Her hevur verið friðarligt í nátt og ikki nakað sum leypur einum í eyguni, var stutta svarið.
- Nei, higani er so einki óvanligt at frætta.










