Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skrivar ikki út fólkatingsval í dag. Politiskir viðmerkjarar hava annars væntað, at val verður útskrivað fyrsta dagin.
- Eg hugsi ikki um val, eg hugsi um politikk og at skapa vøkstur í danska samfelagnum, segði Lars Løkke Rasmussen, tá hann legði fram vakstrarpakkan á tíðindafundi í dag. Tað hevur verið dúgliga gitt, at forsætisráðharrin fór at útskriva val, tá vakstrarpakkin varð lagdur fram.
Heldur enn fólkatingsval, fer stjórnin nú at samráðast um vakstrarpakkan. Stuðulsflokkurin, Danski Fólkaflokkurin, tekur ikki undir við øllum tiltøkunum í ætlanini, og forsætisráðharrin ætlar sær at finna meiriluta fyri vakstarpakkanum. Tað fer at taka nakrar dagar, so fólkatingsval verður neyvan útskrivað í hesi vikuni.
- Tá heimsbúskapurin skelvir, sum støðan er, er neyðugt, at vit halda okkara tryggu kós, segði forsætisráðharrin á tíðindafundinum.
Helle Thorning Schmidt, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, heldur, at ruðulleikin er fullkomin í donskum politikki.
- Sjáldan hevur ein danskt stýri skapt so stóra óvissu eftir so stuttari tíð, verður Helle Thorning Schmidt endurgivin fyri at siga í donskum miðlum. Hon heitir samstundis á Lars Løkke Rasmussen um at skriva út val nú.










