Føroysku U18-dreingirnir komu aftur til Føroya í fyrrakvøldið, og í gjár møttu teir aftur í skúlum og á arbeiðsplássum. Starvsfelagarnir vóru sjálvsagt hugaðir í at frætta, hvat orsøkin var til, at tað, sum eftir tveir teir fyrstu dystirnar sá út til at vera ein væleydnað undankapping, endaði við einum stórtapi móti Noregi, sum mánadagin vann 8-0, eftir at teir í steðginum vóru framman fyri 2-0, og eftir at einki mál var skotið eina góða løtu í 2. hálvleiki.
Tá úrslitið frættist, var sjálvsagt mest nærliggjandi at ímynda sær, at gongdin hevði verið tann sama, sum hon plagar at vera í síðsta dystinum, tá føroysk lið spæla fleiri ferðir í somu viku.
Men spælararnir hava ilt við at staðfesta, at tað var orkan, sum gekk undan. Teir halda, at teir vóru ikki so nógv verri fyri, enn teir vóru í hinum dystunum. Tað er kanska eitt sindur ivasamt, hvussu tað hevur verið við hesum her, men í hvussu so er kunnu vit staðfesta, at Noreg var alt ov stórur biti fyri føroyska liðið, og hetta var ikki so óvæntað, tí samantalt vóru norðmenninir væl besta liðið í kappingini.
Norska a-landsliðið er kent fyri at mynda spælið við tí fyri eyga at leggja høgar bóltar inn í brotsteigin, og mánadagin var tað sjón fyri søgn, at yngru landsliðini hava gjørt heimaarbeiðið í norska fótbóltsskúlanum, sum ber orð fyri at vera ein tann mest menti í heiminum.
Næstan øll málini vórðu skorað við høvdinum, eftir at høgir bóltar vórðu sendir inn so at siga omanfyri føroysku verjuna, sum stóð hjálparleys og hugdi at. Uppskriftin at byrgja fyri sovorðnum plagar at vera at halda tætt í síðunum, soleiðis at møguleikin fyri innleggum ikki býðst ? tað sóu vit eitt nú, tá a-landsliðið stóð seg so væl í Skotlandi, men hetta megnaðu unglingarnir ikki mánadagin, og serliga var tað í 2. hálvleiki, at tað als ikki bar til.
Noreg-Føroyar 8-0 (2-0)
1-0: Alexander Ødegaard, 8.
2-0: Tommy Øren, 24.
3-0: Tommy Øren, 56.
4-0: Rune Bolseth, 59.
5-0: A. Ødegaard, 62.
6-0: A. Ødegaard, 66.
7-0: Tommy Øren, 73.
8-0: Geir Fevang, 88.
Føroyar: Magnus Poulsen ? Ove Nysted, Súni Olsen, Pætur Dahl (Allan Michelsen, 77.), Kristian Andersen, Kári Nielsen, Ken Nónklett, Christian Høgni Jacobsen, Mortan úr Hørg, Kristian Jensen (Jan Nónklett, 52.), Omar Pálsson.
Venjari: Páll Guðlaugsson.