Einki óvæntað

Julian Johnsson helt ikki, at skotar høvdu víst nakað serligt, og tó at hann helt úrslitið vera gott, so helt hann eisini, at tað átti at veri betri

Fótbóltsprát

Umframt teir báðar, Jens Kristian Hansen og Jens Martin Knudsen, sum eitt skifti vóru leigusveinar hjá skotska Ayr United, er Julian Johnsson einasti føroyski landsliðsleikarin, sum veruliga hevur royndir úr bretskum fótbólti, eftir at hann hevur nýtt eitt ár í Hull City, sum spælir í triðbestu ensku deildini.

Ikki bilsin
Hetta kann tó helst ikki sammetast við lið sum Glasgow, Celtic, Everton og onnur, har skotsku landsliðsleikararnir komu úr. Í øllum førum áttu hesi feløg borgað fyri eini munandi størri góðsku, men motorurin á føroyska miðvøllinum tóktist ikki á nakran hátt vera ovfarin av, hvussu væl føroyska liðið stóð seg.
- Teir spældu akkurát soleiðis, sum vit høvdu roknað við. Teir høvdu einar tveir ellar tríggjar, sum dugdu at spæla fótbólt, og so var restin nakrir bulldosarar, sum spældu upp á kropsligu styrkina. Meira enn tað vóru teir ikki.
Um sjálvan dystin var Julian eins og so mong onnur av teirri fatan, at hóast talan var um eitt frálíkt úrslit fyri Føroyar, so átti tað at veri enn betri.
- Tað er einki at snakka um. Eg veit væl, at tú illa kanst loyva tær at vera ónøgdur, men vit eiga altso at lukka handan dystin. Vit hava stórar kjansir við bæði 2-0 og 2-1, og teir skulu vit altso skora uppá.

Føroyska miðvallarkonstellatiónin var júst hin sama, sum hon var ímóti Liktenstein. Tað vil siga við Julian og Fróða Benjaminsen mitt fyri. Ta ferðina fingu teir báðir nógvan kritik, tí føroyska spælið hekk ikki nóg væl saman, men sjálvur tykist Julian tó at taka hetta púrasta róligt.
- Tað vil altíð vera soleiðis, at tað er ymiskt frá dysti til dyst, hvussu spælið gongur, og hesa ferð haldi eg eisini sjálvur, at tað gekk rímiliga væl. Men hinvegin ? um Fróði og eg fáa harðan kritikk, tá liðið vinnur 3-1, so havi eg heldur einki ímóti tí!