Einki uttan tað besta er nóg gott

At fyrsta royndin bar sekkin í steypakappingini við sær hevur lagt eyka trýst á B36 um at vinna FM og harvið at vinna rættin til altjóða kappingar, har B36 hevur staðið seg best av øllum

B36 hevur somu trongd sum grannarnir fyri norðan. Hon er, at liðið skal vinna allar uppgerðir, sum felagið er partur av. Árið í fjør hilnaðist væl. B36 vann Løgmanssteypið, B36 vann bronsu í landskappingini, og B36 megnaði sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð at spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum í europeisku meistarakappingini.
Bogin hevur verið spentur eins høgt í ár. Longu nú er greitt, at B36 fer ikki at endurvinna Løgmanssteypið. 3-1 tapið í 2. umfari 17. mars á heimavølli ímóti AB var stórur skelkur fyri tey í árstalsfelagnum. Tyngdin í álopspartinum varð avdúkað ikki at vera tann, sum hon hevur verið, og Sylla varð boðsendur fyri at vera við til at syrgja fyri, at tað fer at hilnast betri í landskappingini.
Kurt Mørkøre er nýggjur B36 venjari. Hann er vinnari um ein háls, og hann krevur nógv av sær sjálvum og spælarunum. Tað skal ganga skjótt fyri seg, og í fyrireikingarfasuni hevur tað verið eyðsýnt, at í álopspartinum skal stórt rásarúm verða fyri framrættaða Santos í vinstra borði..

Hópurin er sterkur
Liðið er góð blanding av royndum og óroyndum og av spælarum, sum eru uppaldir í B36 og teir, sum eru komnir aðra staðni frá. Av teimum sekstan, sum vóru á dómaraseðlinum í síðsta umfari í 2006, vóru tríggir útlendingar, fýra profilar sum vóru uppaldir í øðrum feløgum, og níggju spælarar ella meiri enn helmingurin vóru spælarar, sum altíð hava umboðað árstalsfelagið.
Eftir at Sylla er komin aftur til B36, eru allir teir fremstu frá liðnum í fjør uttan Obi framvegis í felagnum. Tríggir, sum hava rættuliga nógvar royndir úr fremstu deildini, eru komnir afturat. Ovi Nysted, sum áður hevur verið lyklaspælari í KÍ, har hann bæði hevur verið verjuspælari og álopsspælari, er nýggjur saman við Helga L. Petersen, sum hevur verið all round spælari í NSÍ. Allan Mørkøre er aftur í B36, eftir at hann í fjør var toppskjútti í AB.
Floksmenninir eru trúgvir og síggjast alla staðni kring landið, har B36 vitjar. Tað er ikki so undarligt, at tað verður roknað við, at B36 er partur av oddastríðnum. Í hesum túsund árinum hava teir svørtu og hvítu vunnið FM í 2001 og 2005, silvur í 2003 og 2004 og bronsu í 2006. Tí er einki at siga til, at einki uttan tað besta er nóg gott. Løgmanssteypið, sum B36 hevur vunnið í 2001 og í 2006, er fokið fyri í ár, og tí er eyka trýst á Kurt og hansara monnum í landskappingini.