Hóast Sonja Jógvansdóttir beint undan miðdegi í gjár segði við Høgna Djurhuus, at hon fór beinanvegin at leggja uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini fyri tingið, so hevur hon ikki gjørt tað enn.
- Eg mangli bara at trýsta á enter, segði hon í samrøðu við útvarpið eftir tingfundin í gjár.
Løgtingsskrivstovan váttar tó fyri in.fo í dag, at enn er einki uppskot komið frá Sonju Jógvansdóttir.
Sonja Jógvansdóttir hevur síðani samrøðuna við Høgna Djurhuus eisini tikið seg úr Javnaðarflokkinum, vegna tað, at flokkurin ikki vildi seta uppskot um broytingar í hjúnabandslógini í samgonguskjalið.
Vit hava roynt at fingið fatur á Sonju Jógvansdóttir líka síðani tingfundin í gjár, men tað hevur ikki eydnast okkum.










