Týsku myndugleikarnir aftra seg við at gera eftir boðunum frá danska ákæruvaldinum, sum vil hava fatur á fyrrverandi danska SS-manninum Søren Kam, sum býr í Týsklandi, og sum er skuldsettur fyri at hava verið við til at beina fyri einum donskum blaðstjóra undir seinna heimsbardaga. Danski Fólkaflokkurin vil nú hava løgmálaráðharran, Lene Espersen, at leggja trýst á týskarar, men tað vil hon ikki. Tann 85 ára gamli Søren Kam er týskur ríkisborgari, men kann sambært ES-reglum sendast til Danmarkar til rættarsókn.










