-Tað gekk væl at selja atgongumerki og tjalding nú beint áðrenn prísirnir hækkaðu fyri seinastu ferð. So væl, at tjaldingin er útseld, greiður Jón Tyril, fyriskipari frá. Enn eru tó pláss eftir til kampingvognar.
-Vit kanna í løtuni møguleikarnar at finna pláss til fleiri tjaldarar. Nærri verður kunnað um hetta seinni, greiður Jón Tyril frá.