Einki Televarp úr Nólsoy

Fleiri fólk í Havn og norðuri í Sundalagnum hava sitið við svørtum skíggja í kvøld, tí televarpssendarin í Nólsoy sendir ikki

Fleiri televarpshyggjarar í høvuðsstaðnum sótu við svørtum skíggja í kvøld, tá Televarpið brádliga slóknaði um hálvgum tíggjutíðina í kvøld – og framvegis er einki signal á Televarpinum, og eingin rás sæst, heldur ikki Kringvarp Føroya.

 

Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum sigur, at tey kanna málið. Og hóast hann ikki kennir svarið, so heldur hann alt benda á, at tað er sendarin á Stongini í Nólsoy, sum hevur trupulleikar.

 

– Hetta rakar partar av Havnini, Kaldbak, Kollafjørð og norður til Hósvíkar. Men hetta er ikki staðfest enn, sigur Edvard í Skorini Joensen.