Einki tabu um epilepsi

Við millumbilum skipar Epileptikarafelagið fyri kunnandi fundum, har greitt verður frá um epilepsi. Eitt slíkt tiltak verður mikukvøldið kl. 19 í skúlanum á Skála. Hetta verður skipað sum eitt hugnakvøld, har fólk við epilepsi kunnu hitta onnur við epilepsi.

Á skránni er filmur, drekkamuður, eins og Ása Súnadóttir av Skála fer at greiða frá, hvussu tað er at hava epilepsi.

- Eg skilji ikki rættiliga, hví tað skal vera tabu at hava epilepsi. Eg havi valt at verið opin um tað, og eg haldi at fólk rundan um meg, og eg sjálv, eru fegin um tað, sigur Ása.

Hon og Elsa Frederiksberg Petersen úr Klaksvík vóru í summar á eini legu fyri ung við epilepsi. Legan var í Danmark, og tað er millum annað upplivingar haðani, sum hon fer at siga frá.

Fundurin á Skála er almennur.