Bjørn á Heygum, sakførari og fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, heldur ikki, at málið um nýggja landsstýrismannin hjá Sambandsflokkinum er handfarið øðrvísið enn vanligt er.
- Málið er viðgjørt innanhýsis í flokkinum, og har er mann so komin til eina niðurstøðu. Og tað er púra vanlig mannagongd, sigur Bjørn á Heygum.
Sakførtarin vísir á, at málið er íkomið, tí Bárður Nielsen vælsaktans hevur fingið eitt tilboð, sum hann ikki hevur kunna sagt nei til.
- Tað er einki sum bendir á, at tað liggja nakrar politiskar grundgevingar atanfyri, so í so máta kann ein bara gera sínar egnu niðurstøður um, hví hann valdi at leggja frá sær, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur, at málið er handfarið eftir bókini, men tað var kortini ikki neyðugt hjá Kaj Leo Johannesen at fara út í æsir við grundgevingunum fyri, at hann ikki fór í landsstýrissessin kortini.
- Tað var ikki neyðugt at útbasunera tað, vísir Bjørn á Heygum á.
Løgmaður onga heimild
Viðvíkjandi spurninginum um, hvør skuldi taka sætið á tingi fyri Kaj Leo Johannesen, heldur fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins, at tað var eitt sindur naivt at halda, at løgmaður kundi gera eina avtalu upp á nakkan av Heðini Mortensen.
- Heðin er valdur persónliga, og ein tingsessur fylgir ikki flokkinum, men tí, ið valdur er. Og løgmaður hevur onga heimild av gera nakra avtalu vegna Heðin Mortensen, sjálvt um teir nú eru í sama flokki, sigur Bjørn á Heygum.
Hóast tað nokk er í sambandi við spurningin um næsta mann á listanum, at menn eru farnir skeivir, so heldur Bjørn á Heygum kortini, at málið er rætt handfarið frá Sambandsfloksins síðu.