Einki tænastubrot

Undirritaðu nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag, skulu við hesum gera greitt, at vit taka frástøðu frá tí atburði Jan Højgaard saman við 3 nevndarlimum í Fiskimannafelagnum hava víst skrivstovumanni felagsins gjøgnum mong ár, Olafi Johansen. Slíka viðferð hevur einki starvsfólk uppiborið. Hetta átti formaður og nevndarlimir í einum fakfelagi at vitað betur enn nakar annar.

Vit hava spurt um orsøkina til burturvísingina, og boða frá, at hon á ongan hátt kann góðtakast. Tá so formaðurin og ein meirluti í nevndini ásanna, at teir eru farnir um mark, verður burturvísingin tikin aftur, og ein uppsøgn gjørd í staðin. Síðani verður ein fráboðan send til fjølmiðlarnar, har boðað verður frá, man vil spara mannin, og ikki lata persónliga eym viðurskifti koma fram alment, men at talan hóast alt er um grovt tænastubrot.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýsingar um nakað, sum gevur høvi til eina uppsøgn og enn minni høvi til nakra burturvísing. Vit hava spurt tveir av nevndarlimunum, sum stuðla Jan í hesum máli, men persónliga søgdu teir seg ikki kenna til nakað skeivt, sum skrivstovumaðurin hevði gjørt. Men hóast tað søgdu teir seg fara at stuðla Jan Højgaard í hesum máli. Støðuna hjá tí triðja nevndarliminum, kenna vit ikki. Sostatt kann staðfestast, at í øllum førum 5 av 7 nevndarlimum, ikki kenna til nakað skeivt, sum skrivstovumaðurin hevur gjørt, men allíkavæl varð skrivstovumaðurin burturvístur, og seinni uppsagdur. Síðani verður tíðindaskriv sent út frá Fiskimannafelagnum, um at maðurin hevur framt grovt tænastubrot.
Øll hava krav upp á eina virðiliga viðferð. Um hald var í teimum høpisleysu ákærunum, Jan Højgaard hevur mótvegis skrivstovumanninum, so hevur hann kortini skyldu at handla ábyrgdarfult. Hann átti at tryggjað, at støðan ikki gjørdist meira tyngjandi enn neyðugt fyri viðkomandi starvsfólk, og átti eisini at borið so í bandi, at hetta ikki kom Føroya Fiskimannafelag aftur um brekku, bæði í fjølmiðlunum og við einum møguligum endurgjaldskravi mótvegis felagnum.
Við at handla í heimildarloysi og við at bróta bæði skrivaðar og óskrivaðar reglur, hevur Jan Højgaard saman við trimum nevndarlimum, ið treytaleyst stuðla honum, verið felagnum til óbótaligan skaða.
Hvar skulu limir okkara sum í framtíðin fáa eina skeiva ella órættvísa viðferð venda sær. Nyttar tað í heila tikið at venda sær til Jan Højgaard ella Føroya Fiskimannafelag, tá hesi ikki virða galdandi reglur og huttan at himprast fremja groft álop á starvsfólk hjá felagnum?

Eyðun Johannesen, Karl Isaksen og Fríðrik Sivertsen
Nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag