Einki summar uttan tónleik

Summarið gongur móti endanum og øll tey stóru tónleikatiltøkini eru av. Nýggja tiltakið Voxbotn, G!, Ó12 og Summarfestivalurin hava verið, og túsundtals fólk hava vitjað og uppliva hetta. Teirra millum ummælararnir Niels Uni Dam og Uni Leitisstein Hansen, sum her meta um ársins tónleikasummar

Niels Uni Dam:

Hvat heldur tú yvirskipað um tónleikasummarið í Føroyum í ár?

- Tónleikasumrini eru altíð góð í Føroyum. Vit hava hópin av tiltøkum við festivalum og konsertum, og nú eisini ólavsøkuni, ið er vorðin á tremur við tónleiki.


Hvat heldur tú sum heild um tónleikatilboðini, føroyingum hava staðið í boði í summar?

- Vit hava havt nógv og góð tilboð við eitt nú Voxbotn, G!, Ólavsøkukonsertini, Tórspalli og Summarfestivalinum. Harumframt hava til dømis barrir og caféir havt nógvan tónleik at bjóða uppá, eitt nú eru hóskvøldini í Sirkus frálík.


Hvør var eftir tínum tykki besta tónleikaupplivingin í Føroyum í summar?

- Hetta er ein trupul spurningur at svara, tí eg als ikki havi hoyrt alt í summar. Eg var til dømis ikki við til Voxbotn, eg var bert ein dag á G! og ein dag á Summarfestivalinum. Harumframt eru nógvar konsertir, ið eg ikki var til, men sum vóru frálíkar sambært øðrum. Men um eg skal velja eina uppliving hjá mær framum aðrar, so má tað vera Dead Beat Punx á G!


Hvat var mest positiva yvirraskilsi í summar?

At so nógvir áskoðarar trossaðu ringa veðrið og fóru á G! og Ólavsøkukonsert.


Hvat var størsta vónbrotið?

- Eg eri ikki vónbrotin av nøkrum. Eingin hevur í mínari meting undirpresterað, okkurt hevur verið minnið gott, men tá vóru vónirnar kanska heldur ikki so stórar frammanundan. Men á einum persónligum plani var tað skuffandi, at veðrið skikkaði sær so illa á Ólavsøkukonsertini.


Hvat heldur tú um nýggja tiltakið Voxbotn í Havn?

Nú hevði eg ikki møguleikan at luttaka á Voxbotn, tí eg var uttanlands. Men eg fegnist um, at Havnin hevur fingið eitt tílíkt tiltak, har Vágsbotnur verður brúktur til tílíkt, og at tað komu so nógv vitjandi. Eg skilji tó á teimum, ið hava verið har, at teir føroysku bólkarnir kláraðu seg sera væl, meðan útlendska navnið nokk hevði verið betur egna í einum diskoteki. Eg helt festivalin hava skaffað eina sera áhugaverda skrá.


Hvat heldur tú um ársins útgávu av G!?

Eg var, sum sagt, bert ein dag á G!. Men har fekk eg eina rúgvu av góðum føroyskum upplivingum, har fleiri veruliga góvu mær gásarhold.



Hvat heldur tú um nýggju útgávuna av ólavsøkukonsertini, Ó12?

Ja, her er habiliteturin so sum so. Eg framførdi og má tí hava tær brillurnar uppi á. Men sum framførandi var tað ótrúliga deiligt at spæla fyri so nógvum og væluppløgdum áskoðarum, ið stóðu og hugnaðu sær í oysregni. Tá so nógv fólk savnast til so ringar veðurumstøður, so man skráin hava verið í lagi.


Hvat heldur tú um ársins útgávu av Summarfestivalinum?

Eg var, sum sagt bert ein dag á Summarfestivalinum. Men skráin kendist veruliga merkt av endurtøkum, og fáum tónleikanøvnum. Tó so var eg har leygardagin, og upplivdi fleiri fínar konsertir, og hugnaði mær. Eg má nevna Føstufressar og løtuna, tá Rúna av Heygum sang, tað kendist gandakent. Eisini lagið í tjaldinum, tá Páll Finnur Páll undirhildu umframt frálíku Tinganest. Eg havi tó hug at finnast at tómligu skránni. Har var alt ov ofta bíðitíð millum framførslurnar, samstundis sum bólkar blivu riknir av pallinum, uttan at hava sloppið at spælt eykaløg.


Hevur tú nakað ynski til tónleikasummarið í Føroyum næsta ár?

Ja, gott veður, og so eisini at fyriskipararnir gera sítt besta til at seta spennandi og góðar skráir saman.


---


Uni Leitisstein Hansen

Hvat heldur tú yvirskipað um tónleikasummarið í Føroyum í ár?

Tað hevur verið eitt lakari eitt av slagnum.

G! Festivalurin lovaði rættiliga fitt, men mjørkin tók tað mesta, hóast har vóru fleiri góðar konsertir. Kapten Röd var ræðuliga feitur. Summarfestivalurin var tónlistarliga heldur køvisligur, hóast Ronan Keating hevði eina fína konsert og TV2 tað sama, men tað eru ikki konsertupplivingar, eg fari at minnast serliga væl. Hóast ólavsøkukonsertin nærmast druknaði í regninum, so haldi eg faktiskt, at tað vóru fleiri rættiliga fínar konsertir hetta kvøldið, serliga kongarnir úr Swangah Dangah. “Millumfingurrapp”, “Gentan er farlig” og “Úr bygd í bý” fóru reint inn hjá gestunum, ið fyri tað mesta vóru millum 13-18 ár. Men summarið endaði væl við sigrinum hjá Hamferð í Wacken Metal Battle.Tað telur upp.


Hvat heldur tú sum heild um tónleikatilboðini, føroyingum hava staðið í boði í summar?

Tað hevur verið eitt javnt ár, ið mun til onnur, vit hava upplivað. Avlýsingarnar hjá G! trektu tenn úr á tí frontinum.


Hvør var eftir tínum tykki besta tónleikaupplivingin í Føroyum í summar?

Kapten Röd á G! festivalinum var ólukksáliga góður.


Hvat var mest positiva yvirraskilsi í summar?

Swangah Dangah á ólavsøkukonsertini. Og Ronan Keating á Summarfestivalinum. Hann var fínur.


Hvat var størsta vónbrotið?

Avlýsingarnar á G!, for ólukkan. Maggio, Grant og Christensen


Hvat heldur tú um nýggja tiltakið Voxbotn í Havn?



Hvat heldur tú um ársins útgávu av G!?

Avlýsingar merktu G! nógv. Tað var eitt skot fyri bógvin, men fyriskipararnir loftaðu støðuni væl. Men tað var so ræðuliga órímiligt, at veðrið vildi so illa til.

Annars var talan um ein góðan festival, tí G! er meira enn tónleikurin. G! er hugni, nærleiki og kærleiki, og tað er bara altíð feitt at vera í Gøtu. Men tað kemst ikki uttan um, at avlýsingarnar gjørdu, at ársins festivalurin ikki verður ein, eg fari at minnast serliga væl fyri tað tónlistarliga. Men eg hugnaði mær, sum altíð, og tað er deiligt at uppliva, at G! er komið í tryggar karmar eftir at festivalurin varð koyrdur í ein grunn. Í dag stendur øll Gøta saman um festivalin, og tað er í grundini sum eitt av G!-undangongufólkunum, Beinta Gregersen, segði: "Tað eru tey gomlu, ið hava tikið við fyriskipanini." Tað merkist á G!, at fólk sum Janus Rasmussen, Oluffa Joensen og Sigvør Laksá er við í fyriskipanini. Gott í tykkum.


Hvat heldur tú um nýggju útgávuna av ólavsøkukonsertini, Ó12?

Regnið legði fót fyri ólavsøkukonsertina í ár. Og eg tími ikki hatta við, at hon var okkurt nýtt og Ó12 og alt hatta har. Hatta var og verður ólavsøkukonsertin, punktum.

Annars var skráin í grundini fín, og eg hoyrdi nógvar fínar konsertir, hóast regnið gjørdi tað køvisligt fyri øll. Serliga Swangah Dangah-konsertin var feit.


Hvat heldur tú um ársins útgávu av Summarfestivalinum?

Skráin var ov tunn, stutt og greitt. Tað koma 10.000 fólk á Summarfestivalin, ið tey gjalda millum 500 og 1000 kr. hvør, og tað forpliktar fyriskipararnar til at gera okkurt ordiligt, haldi eg. Fyriskipararnir hava snøgt sagt inntøkurnar til at seta saman eina super feita skrá, men fóðra gestunum ár eftir ár við Dynamit, Frændur, Divaz og Ólavur Prestley & his Dirty Ragrats. At gestirnir lata sær hetta lynda, er so nakað heilt annað, men eg haldi ikki, at tað er gott nokk. Høvuðsnavnið í ár, Ronan Keating, var fínur, men eg kundi hugsað mær, at fyriskipararnir komandi ár hugdu út um hendan Westlife/Boyzone-alheimin, teir tykjast fangaðir í, tá teir skulu finna høvuðsnavnið. Eg kundi hugsað mær at hoyrt super poppbólkin KEANE í Føroyum, so eg bjóði fyriskiparunum av Summarfestivalinum av: Gev mær KEANE komandi ár!

Annars hepnaðist Summarfestivalurin super væl. Væl fyriskipaður, veðrið var super og so eru klaksvíkingar bæði blíðir og týðir. Gott ball.


Hevur tú nakað ynski til tónleikasummarið í Føroyum næsta ár?

Jú, har eru nógv. Eg kundi - sum nevnt - hugsað mær at hoyrt bretska poppbólkin KEANE, amerikanska soulsangaran Lee Fields, ið eg hoyrdi á Roskilde festivalinum, danska rokkbólkin Kellermensch og svensku Kent. Í grundini eru skítfult av donskum nøvnum, ið eg ikki begrýbi, at vit ikki sleppa at hoyra í Føroyum javnan. Her hugsi eg um WhoMadeWho, Turboweekend, The Floor Is Made Of Lava, I Got You On Tape, Blue Van og Asteroids Galaxy Tour, fyri at nevna nøkur. Og so er tíð upp á, at hasir javararnir Bjørk og Sigurrós koma at vitja landið.