Teitur gevur í dag, sjálvan Valentinudagin eitt nýtt videolag út, tað er til vakra og melankolska sangin “It’s not funny anymore.
Lagið, ið er tikið av nógv róstu útgávuni Story Music, verður í dag sent í umferð, og er filmað undir upptøkunum av lagnum í Eindhoven, í Hollandi. Umframt Teit, ið syngur stjórnar Nico Muhly Holland Baroque Society and friends Orchestra.
Van Dyke Parks, hevur lagt tónleikin til rættis.
Signe Tora Munck Bencke var leikstjóri og klipti videolagið.