Johan í Kollafirði stóð seg so væl á veljarafundinum á Kambsdali mánamorgunin, at hann fór úr einum prosenti og upp í átta prosent av atkvøðunum hjá næmingunum, sum atkvøddu í sambandi við fundin.
? Eg fekk átta ferðir so nógvar atkvøður bara við at fýra nakrar flatar vittigheitir av. Fyristilla tær, hvat kundi hent, um eg slapp at snakka eina løtu, sigur Johan í Kollafirði.
? Hetta landið er ikki so demokratiskt, sum vit halda, at tað er. Allir flokkarnir hava fingið sína egnu sending í Útvarpinum, men tað havi eg ikki. Teir hava eisini nógvar pengar at arbeiða fyri.
Væntar meira
Sambært veljarakanningini hjá Gallup fær Hin Stuttligi Uttanflokkurin bara eitt prosent av atkvøðunum, men Johan í Kollafirði roknar við meira.
? Veljarakanningin varð gjørd áðrenn nakað sum helst, og tí fara vit at fáa meira enn eitt prosent av atkvøðunum, sigur hann.