Napoli vann um vikuskiftið 3-1 á Juventus í italsku Seriu A, men dómarin gav Napoli eina hjálpandi hond. Eftir at støðan var blivin 1-1, bríkslaði dómarin tvær ferðir fyri brotssparki, hóast talan als ikki var um brotsspark.
- Okkara spælara framdu eitt stórt avrik, men tað er keðiligt at vinna á slíkum grundarlagi. Vit kunnu ikki gera nakað við tað, og rættast hevði verið at brúkt sjónvarpsupptøkur í avgerandi støðum fyri at fáa rættari døming , segði De Laurentiis, forseti í Napoli eftir sigurin.










