Einki stungið undir borðið

Hjá okkum er einki stungið undir borðið, sigur stjórin á Atlantsflogi, Magni Arge, um lýsingarherferðina hjá felagnum, sum fólk argast so nógv um, at tey hava biðið Kappingarráðið hyggja at framferðarháttinum

Lýsingar
Edvard Joensen

?Atlantsflog spælir við opnum kortum, men vit eru greiðir yvir, at hetta kann elva til irritatión. Men vit kendu okkum noyddar atgera okkurt óvanligt, eftir at ein ávísur kappingarneyti var farin at lýsa við, at til bar at flúgva ókeypis við tí felagnum út í Europa, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog um upprunan til lýsingarherferðina, har Atlantsflog lýsir við bíligum ferðum og vísir við smáum til tey eykagjøld, sum hanga uppivið.
Magni Arge sigur, at leiðslan á Atlantsflogi hevur tosað við kappingarráðið um lýsingarherferðina hjá Maersk Air, sum lýsir við ókeypis ferðunum úr Danmark suður í Europa. Men Kappingarráðið metti ikki, at nakað óregluligt var í tí, hóast Maersk Air í lýsingini ikki nevndi nakað um treytirnar, sum vóru fyri at fáa hesar ókeypis ferðir.
Tað gjørdi so tað, at Atlantsflog fór at hugsa um eina alternativa lýsingarherferð, sum gjørdist hendan, sum nú er, har lýst verður við stórum við bíligum ferðum, og so við smærri stavum víst til tað, sum kemur afturat.
?Men vit krógva einki. Alt stendur í lýsingini, sum skal standa. Vit hava enntá greinað út, hvussu nógv hvørt av eykagjølkunum kostar. Og tey eru nógv í tali, vísir Magni Arge á.
Víst hevur verið á, at lýsingarnar hjá Atlantsdflogi við bíligum ferðum til Reykjavíkar og London, siga heldur ikki allan sannleikan. Til dømis tað, at til ber at ferðast fyri nakrar fáar hundrað krónur til Reykjavíkar. Men so koma avgjøldini afturat, og so er prísurin væl hægri. Men prísurin er bara galdandi annan vegin, vísa fólk á.
?Tað er tí, at vit lýsa bara við einvegis ferðaseðlum, sigur Magni Arge. Vit kunnu sjálvir áseta, hvussu vit bjóða ferðaseðlarnar út. Valdu vit at lýsa við tur/retur ferðaseðlum, var prísurin sjálvandi tað hægri. Men kortini ikki ta dupulta, tí flogvallagjaldið, sum í Vágum er kr. 130,- er bara kr. 16,- í Íslandi. Tað vil siga, at tað kostar ymsikt, um ferðast verður út ella heim.
?Tað sama er við London ferðunum. Har verður bara lýst einvegis, sigur Magni Arge.
Hann heldur fast um, at hendan lýsingarherferðin er púra lóglig. Hon er ikki ørðvísi enn tað, vit dagliga síggja vanligar matvøruhandlar í Føroyum lýsa við, sigur stjórin á Atlantsflogi.
Hann vísir til handilslýsingar, har til dømis verður lýst við, at sodavatn kostar so og so nógv. Men so stendur niðanfyri: »+ pant«.
Tað metir Magni Arge at liggja á leið tað sama, sum tað, Atlantsflog nú ger. Tí ásett er, at príslýsingar á eini vøru, skulu vísa, hvat vøran veruliga kostar.
Men hatta er ikki heilt tað sama, sigur Heri Joensen á Kappingarráðnum.
Í hesum handilslýsingum er talan um eitt pant, sum keypari fær aftur, tá hann ber fløskuna aftur til seljaran. Tú kanst ikki fara aftur til Atlantsflog við einum ferðaseðli, sum tú hevur brúkt ferðina innanúr, og krevja avgjøldini afturgoldin, sigur hann.

Mynd - Atlantic Airways
Myndatekstur:
Atlantsflog lýsir við bíligum ferðum til Reykjavíkar, men siga ikki beinleiðis, at talan bara er um ferðina úr Vágum. Tað argar fólk, men stjórin í Atlantsflogi sigur, at har fer alt rætt fram. Felagið hevur loyvi at lýsa við einvegis ferðaseðlum, og tað er tað, sum gjørt verður
Mynd: Edvard Joensen