Einki stórt mál

Vakthavandi á politistøðini sigur, at kvinnan, sum var úti fyri einum ferðsluóhappi í gjárkvøldið, ongan týðandi skaða fekk.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at kvinnan, sum var úti fyri einum ferðsluóhappi í gjárkvøldið, ongan týðandi skaða fekk.

 

Hon hevði bakkað á ein parkeraðan bil, og tá hon so koyrdi fram aftur, rendi hon seg inn i eitt hegn.

 

Kvinnan fekk tó bert smærri snuddir, og eftir at hava verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar, slapp hon heim aftur.

 

Tað var stutt eftir klokkan 19 í gjárkvøldið, at politistøðin fekk boðini um óhappið.