Toppdysturin í næstbestu fótbóltsdeildini á Vágseiði millum VB/Sumba og 07 Vestur varð ikki liðugt spældur í gjár. Veðrið var vánaligt, men kortini bríkslaði Petur Reinert fyrstu ferð klokkan 14.30 soleiðis, sum FSF hevði fráboðað, at tað skuldi gerast. Tá ið hálvur tími var farin ásannaðu dómarin og liðini bæði, at tað ikki bar til at spæla fótbólt, og so varð bríkslað fyri síðstu ferð. Tað er ikki greitt, nær dysturin fer at verða spældur.