Fremad Amager kom til hús aftur seinnapartin við tómum stigaposa. Liðið hjá Toda Jónsson og hinum føroysku íleggjarunum vitjaði í Greve í útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum, og Greve vann 1-0. Málið skoraðu teir tíggju minuttir eftir steðgin.
Hetta var fyrsta tapið hjá Fremad Amager, síðani liðið fyrr í summar flutti niður í 2. deild. Eingin føroyingur var á vøllinum í dag. Fremad Amager er eftir fimm umfør á triðja plássi við tíggju stigum. Roskilde hevur 12 stig, og Skjold, Fremad Amager og Stenløse hava 10 stig.