Skála hevur ikki fingið nakað stig ella nakað mál í effodeildini síðani 24. juni. Seinastu fimm dystirnir síðani summarsteðgin eru allir endaðir við tapi, og ikki somikið, sum einum máli.
Málverjin hjá Skála, Andras Gango staðfestir, at nú mugu aðrir bollar í suppuna, um gongdin skal vendast. Nú fær liðið høvið at rætta uppá tingini tær komandi tríggjar vikurnar. Skála er komið í eina ónda ringrás, og hendan ónda ringrásin má brótast, slær Andras Gango fast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 gjørdi við Andras Gango fyrr í kvøld.
Samrøðan snúði seg eisini um ungarska landsliðið, nú tað nærkast til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Ungarn, sum verður á Tórsvølli, týskvøldið 6. september.