Tað eydnaðist ikki Michael Laudrup og Getafe at vinna fyrsta stóra steypið av týdningi til lítla Madrid-felagið. Í sponsku steypafinaluni í gjárkvøldið tóktust spælararnir hjá Getafe als ikki til reiðar, og eftir lítlari løtu høvdu Mata og Alexis skotið Valencia upp á 2-0, og so var mótbrekkan tung. Tað eydnaðist tó Granero at minka um munin við brotssparki, og í seinna hálvleiki átti sami Granero onkra góða roynd. Men dagsins maður á Vicente Calderon gjørdist Fernando Morientes, sum við 3-1 málinum enn einaferð prógvaði, at hann hevur máltev sum fáur.