Einki sløsarí

Bæði TB og Mjølnir vunnu sannførandi sigrar á botnliðunum

flogbóltur

Tað var kanska ikki tann heilt stóri spenningurin undan dystunum í bestu kvinnudeildini í flogbólti um vikuskiftið.
Bæði oddaliðini, TB og Mjølnir, skuldu royna seg móti liðum úr tyngra endanum á talvuni, og tað skuldi eisini vísa seg, at talan ikki gjørdist um stórvegis trupulleikar av hesum.
Í Trongisvági hevði Fleyr annars hug at arga TB eina lítla løtu, men tað mundi tó standa øllum greitt, at hjá heimaliðnum var tað fyri tað mesta ein spurningur um, í hvørjum álvara leikararnir tóku uppgerðina.
Tá teir móti dystarenda veruliga settu ferð á, megnaði Fleyr heldur ikki at gera nakað sum helst, og úrslitið av seinasta settinum gevur helst eina góða mynd av, hvussu stórur styrkismunurin ímillum topp og botn veruliga er.
Í Hoyvíkarhøllini hevi Mjølnir heldur ikki teir stóru trupulleikarnar, tá tær vitjaðu KÍF, tó at raðfylgjan í settum her var hedlur øvugt teirri í Trongisvági.
Mjølnir tók sær nevnlga trygt av teimum báðum fyrstu settunum, men tá tær í triðja settinum fóru at taka sær meira av løttum, slapp KÍF eisini at spæla við. Tað mundi eisini blivið heilt spennandi móti endanum, men við 25-22 helt Mjølnir fast um 3-0.
Komandi vikuskifti er tó einki at ivast í, at spenningurin fer at verða nakað væl størri. Tá skulu tær hjá Mjølni nevnliga á Giljanes at vitja, og hetta tykist í løtuni vera dysturin, sum skal staðfesta ella avnokta, at Mjølnir gerst føroyameistari. Vinna klaksvíkskvinnurnar her, so er einki at ivast í, at gullið er heima. Eisini hóast tær í seinasta umfarinum skulu vitja á Kambsdali.
Dráttur kann hinvegin framvegis røkka onkrum heilt frammi í oddinum, um heilt væl vil til. Umframt heimadystin móti Mjølni eiga tær eisini TB á útivølli eftir á dystarskránni, og so er spurningurin, hvørt tær megna at fáa sær nóg stóra úrtøku burtur úr hesum dystunum.