Vegna Antares, sum er eitt áhugafelag fyri útisiglarar, ger felagið í skrivi nú vart við sína ónøgd um valið um kommunusamskipan, sum verður í morgin hin 3. mai.
- Orsøkin til okkara ónøgd er stutta skotsbráið, sum hetta val hevur fingið. Vit eru nógvir føroyingar, sum ikki hava møguleika at velja, tí vit ikki kundu avgreiða brævatkvøðu, áðrenn vit fóru heimanífrá.
Áhugafelagið heldur hetta vera sera óheppið, tí tað eru fleiri enn 1000 sjómenn og handverkarar, sum ikki kunna siga sína hugsan um hetta álvarsmál.
- Hetta er enn eitt dømi um, at vit ikki verða tikin í álvara av landsins myndugleikum.
Antares heldur, at slikt sum hetta má fáa ein enda, ongantíð ov skjótt.
- Vit hava brúk fyri, at eitt slíkt val verður samskipað betri, so eisini vit fáa møguleika at velja eins og øll onnur í hesum landi.
Antares sigur seg vóna, at landsins myndugleikar í framtíðini taka atlit til, at tað eru nógv, sum hava arbeiði uttan fyri okkara landoddar, har tey vinna pening, sum er ein hornasteinur í okkara búskapi.
Áhugafelagið leggur aftrat, at tað, sum hesi fólk tjena uttanlands, er eitt fíggjarligt íkast hjá bæði landi og kommunu.
Tað er Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares, sum hevur undirskrivað tíðindaskrivið.









