Einki skil á viðurskiftunum hjá brekaðum

    

Jón Ellendersen
??????????????

Eitt fyribrigdið hevur stungið seg upp í föroyskum politikki og samfelagsorðaskifti: Viðurskiftini hjá teim samkyndu verða mett sum gott kjakevni, somuleiðis verður vinnulívið mett sum gott kjakevni, meðan brekað og gomul verða mett sum eitt vánaligt kjakevni, tí tað gevur ikki eins nógv stig sum hini fyrru.
Ikki tí, at eg meti, at viðurskiftini millum samkynd og samfelagið og vinnulívið ikki skulu viðgerðast, men tá tað hendir, at tey fullkomiliga stjala myndina í einum valkjaki, tá er okkurt spinnandi galið í samfelagnum.
Neyvan er tað tí, at valevni og greinskrivarar ikki vita, hvussu viðurskiftini hjá teimum brekaðu og teimum gomlu eru í Føroyum - út av lagið vánalig. Ferð eftir ferð var tað í valstríðnum haft á loftið, og nærum í hvørjari valsending í Útvarpinum ringdi Elin Vang inn og segði valevnunum frá, hvussu mong fólk sótu við óviðgjørdum heilaskaða, í hesum føri apopleksi ella slag, sum tað eitur á føroyskum. Og viðurskifti teirra brekaðu vóru havd á loftið ferð eftir ferð uppundir valið, tí landsstýrismaðurin í almennamálum hevði spælt hasard við viðurskiftunum hjá teim brekaðu.
Nú hoyrdu vit í SvF herfyri, í sendingini "Ikki pláss fyri Martu", at formaðurin fyri felagnum DAMP í Føroyum segði, at hon ikki mælti til, at foreldur at børnum, sum vantandi høvdu DAMP ella AD/HD, ikki vendu sær til Sernámsdepilin á Frælsinum, tí har fingu tey onga staðfesting av hvat barninum bagdi. Foreldrini hjá Martu høvdu runnið sum rukkur í fleiri ár, men Sernámsdepilin hevði lítið annað at koma við, enn undanførslur og uttanumtos. Men tað var eyðsæð, at lítið skil var á deplinum.
Nú eri eg í teirri støðu, at hetta er ikki fyrstu ferð eg hoyri, at Sernámsdepilin ikki røkir sínar skyldur mótvegis teim brekaðu og avvarandi teirra. Óteljandi ung við heilaskaða vera vegna "vi alene vide" støðuna hjá deplinum, blakað runt í eini skipan, sum ístaðin fyri at vera teim skaddu og avvarandi teirra til hjálpar, gerast eitt satt haft um beinini. Og sama skilið er við fleir øðrum stovnum, sum avgera viðurskiftini hjá teim brekaðu.
Herfyri hoyrdu vit eisini um ein 5 árs gamlan drong, sum noyddist at fara av landinum, tí eingin hjálp fekst her heimi. Hesin drongur hevði eisini DAMP. Undanførslurnar vóru, at tey vóru í ferð við at gera okkurt. Men hetta er vána undanførsla, tí trupulleikin er minst 15 ára gamal. DAMP ella AD/HD er einki nýtt í Føroyum, og viðurskiftini hjá børnum við hesi diagnosu, eru ikki batnað tey seinastu mongu árini. Heldur eru tey versnaði. Og ikki kemst tað av, at vit ikki hava gott fólk at taka av, fólk, sum fegin vilja sleppa til verka. Nei, orsøkin er, at vit hava eitt almannaverk, sum einki skil er á. Eitt gott dømi var Marta, sum fekk Ritalin uttan nakra aðra viðgerð ella venjing, hóast tað nágreiniliga stendur í viðmerking frá læknanum, sum hevur ordinerað Ritalin, at tað má ikki gevast uttan samstundis rehabiliterandi tiltøk.
Eg liggi inni við eini søgu um eini foreldur og dóttir teirra, sum hevur fingið heilaskaða sum vaksin tannáringur. Dóttirin eigur sjálv børn, og øll søgan sum hon er, er ein gølusøga, ein skomm fyri alt tað føroyska almannaverkið. Søgan er merkt av líkasælu, persónligum aggi, vantandi samstarvi millum teir ymsu stovnsleiðararnar og fullkomnan blindleika. Hin heilaskadda gentan hevur verið bukað av sjeikinum ferð eftir ferð, somuleiðis er hann dømdur fyri harðskap av álvarsligum slag, men ikki einaferð hevur almannaverkið givið sær fær um hetta, men ístaðin givið sjeikinum øll rættindi og alla hjálp. Gentan hevur nærum onga hjálp fingið. Og tá tú lesur frágreiðingarnar frá ymsum "vitandi persónum" sum hava gjørt metingar av breki hennara, fært tú illgruna um, at almennaverkið ikki setur nøkur sum helst krøv um dugnaskap, royndir og eitt minimum av innliti. Tað er eins og fólk koma inn av vegnum og beint í arbeiði.
------------------
Eg eftirlýsi við hesi grein eitt orðaskifti um viðurskifti teirra brekaðu, tí tað er ikki bert hjá teim sálarsjúku, at viðurskiftini eru so vánalig, at útlendsk feløg ætla at blanda seg uppí, hendir ikki okkurt. Nei, viðurskiftini hjá teim brekaðu sum heild eru so vánalig, at tað er stór skomm. Lítið nyttar at sita og gremja seg um viðurskiftini í Rumeniu, tá tey eru lítið frægari her.