Tað vakti miklan ans og ikki sørt av rumbli, tá øll nevndin í Framtaksgrunninum í vár varð skift út. Sambært viðtøkunum fyri grunnin velur landsstýrismaðurin í vinnumálum á hvørjum ári, tann 1.apríl, fýra av fimm nevndarlimum í grunninum. Hesir fýra velja sjálvir fimta nevndarlimin, og nevndin skipar seg sjálv.
Torbjørn Jacobsen setti í hesum sambandi Bjarna Djurholm ikki færri enn 13 spurningar um Framtaksgrunnin og nevndarvalið í vár. Tingmaðurin fyri Tjóðveldisflokkin vildi millum annað hava at vita, eftir hvørjum metingarstøði nevndarlimirnir í Framtaksgrunninum verða valdir. Hann spurdi, hvør orsøkin var til, at undanfarna nevndin í grunninum ikki hevði hug at halda fram og um ósemja var millum nevndina og landsstýrismannin, hvussu nógvar av nýggju nevndarlimunum landsstýrismaðurin valdi eftir tilráðing frá umsitingini og um umsitingin møguliga mælti frá at velja nakran teirra. Eisini vildi Torbjørn Jacobsen hava at vita, hvørji mál nýggja nevndin kann røkka, sum fyrrverandi nevndin ikki megnaði at røkka.
Torbjørn Jacobsen sigur í sínum viðmerkingum, at tað fyrr var ein ringur politiskur óvani, at flokkar í samgongu valdu sínar egnu í ymsar nevndir og ráð, ofta við eini flokspolitiskari ætlan. Tingmaðurin metir, at hetta lagið hevur tókst heldur frægari seinastu árini, men nú tykist aftur vend vera komin í, og sipar til nevndarvalið í Framtaksgrunninum í vár.
Nevndin er óheft
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum sigur í sínum svari til Torbjørn Jacobsen, at nevndin bara verður vald eftir fakligum eginleikum, og nevndin virkar óheft av landsstýrismanninum. Bjarni Djurholm sigur, at tað tó einki er sum forðar landsstýrismanninum í vinnumálum at samskifta við nevndina og greiða henni frá vinnupolitiskum ætlanum og ynskjum um strukturbroytingar í vinnuni. Hann nevnir í hesum sambandi, at í summar boðaði landsstýrið Framtaksgrunninum frá, at einskiljing av almennu fyritøkunum, m.a. Fiskavirking og Fiskasøluni, verður ikki framd fyrr enn ein virðisbrævamarknaður er farin at virka. Eisini er Framtaksgrunnurin kunnaður um politiska viljan um møguliga at avmarka møguleikan hjá útlendingum at keypa seg inn í føroysku fiskivinnuna.
Nevndarvalið
Bjarni Djurholm sigur, at áðrenn hann skuldi velja nevndina í Framtaksgrunninum av nýggjum 1.apríl, fekk hann at vita frá einum av nevndarlimunum, at viðkomandi hevði ikki hug at halda fram. Harumframt var ein nevndarlimur búsitandi uttanlanda, og tað metti hann vera óheppið. Bjarni Djurholm sigur, at hann ynskti, at hinir báðir limirnir, sum hann hevði valt í nevndina, skuldu halda fram, og tí var talan um at velja tveir nýggjar limir. Bjarni Djurholm boðaði nevndarlimunum, sum eftir ætlan skuldu halda fram í nevndini, frá, at hann hevði ein ávísan persón í huganum til at gerast formaður í nevndini. Tá teir báðir nevndarlimirnir fáa hetta at vita, gera teir at at siga seg úr nevndini fyri Framtaksgrunnin. Bjarni Djurholm sigur, at hetta kom óvart á seg, men at hann nú noyddist at velja allar fýra nevndarlimirnar av nýggjum. Bjarni Djurholm nevnir í hesum sambandi, at hann hevur mett tað sum sína skyldu at tryggja sær, at minst ein av valdu limunum hevur eginleikarnar at vera formaður í nevndini, og tí er hann komin við síni meting um, hvør hesin kann vera.
Umsitingin í Vinnumálastýrinum gjørdi sítt tilmæli, og av teimum fýra, sum landsstýrismaðurin síðan valdi, metti umsitingin allar at vera fakliga kvalifiseraðar. Men í tveimum førum metti umsitingin, at talast kundi bæði fyri og ímóti, m.a. orsakað teirra luttøku í ymiskum vinnuligum viðurskiftum.
Bjarni Djurholm valdi tó at halda fast um tey fýra, sum hann hevði valt. Hann metti, at teir veikleikar, sum umsitingin hevði víst á, ikki vóru av týdningi í mun til teirra sterku síður, m.a. fakligu førleikar og hollu vinnulívsroyndir.
Almennur kandidatlisti
Tá almennar nevndir skulu veljast, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum eitt yvirlit yvir persónar við vinnuligur kvalifikatiónum at nýta. Hesin »almenni kandidatlisti«, ella hugskotslisti, verður ikki roknaður sum endaligur, men sum ein leiðbeinandi listi til landsstýrismannin. Hesin listi varð millum annað nýttur, tá Bjarni Djurholm skuldi velja teir fýra nevndarlimirnar í Framtaksgrunnin.
Undanfarna nevnd ikki nøktandi
Bjarni Djurholm sigur, tað valdaði ikki nøkur ósemja millum seg og nevndin í Framtaksgrunninum, sum sat áðrenn sitandi nevnd tók við í vár. Tvørturímóti hevur hann fleiri ferðir gjørt vart við, at hann sum heild var væl nøgdur við avrikini hjá undanfarnu nevnd.
Men hóast eingin ósemja var, so drógu undanfarna nevnd og landsstýrismaðuirn ikki heilt somu línu í spurninginum um Fiskavirking og Fiskasøluna. Bjarni Djurholm sigur, at hann við jøvnum millumbilum spurdi nevndina og formannin um, hvørjar ætlanir tey høvdu við hesum fyritøkum, sum Framtaksgrunnurin eigur einsamællur.
Bjarni Djurholm vísir á, at í ásetingunum fyri Framtaksgrunnin stendur beinleiðis, at »Fonden skal afhænde foretagne investeringer, når disse har vist sig levedygtige og salgsbare«. Og harumframt stendur í strategiskjalinum fyri grunnin, at »Tá ið gjørdar íløgur vera burðardyggar, skulu hesar seljast og virðisøking Framtaksgrunsins realiserast. Íløgurnar verða at selja til medeigara, aðrar fyritøkur, ella á einum komandi partabrævamarknaði.«
Bjarni Djurholm sigur, at hann fleiri ferðir gjørdi nevndina varuga við, at tað kom lítið ítøkiligt undan kavi, sum livdi upp til ásetingarnar í viðtøkunum, og at nevndin tí átti at hava í huga, at hóast talan ikki var um nøkur boð, so átti nevndin at geva sær far um, at landsstýrismaðurin hevði nakrar skyldur mótvegis løgtinginum. Tí landsstýrismaðurin skal til eina og hvørja tíð kunna svara fyri, hvussu viðtøkur grunsins verða fylgdar, og eisini vátta, at tær veruliga verða fylgdar. Tá Bjarni Djurholm í vár skuldi velja fýra nevndarlimir av nýggjum, var sum nevnt ætlanin, at tveir teirra skuldu halda fram. Við hesum vildi landsstýrismaðurin tryggja sær kontinuitet í nevndini, og harumframt hevði hann álit á fakliga førleikanum hjá teimum. Sostætt metti hann tað vera nóg mikið, at tveir nevndarlimir, møguliga tríggir, um fimti limurin ikki gjørdist tann sami, komu nýggir inn í nevndina.
Merkiliga nógv rumbul
Bjarni Djurholm heldur, at tað er hugvekjandi, hvussu nógv uppmerksemi nevndarvalið í Framtaksgrunninum hevur fingið. Serliga tá havt verður í huga, at áður hava nevndarval, har umsitingin í flestu førum ikki havt serligan leiklut, ikki havt stórvegis áhuga.