Einki sjónvarp í morgin

Av tí at Starvsmannafelagið í morgin fer í samhugaverkfall, verður tá einki føroyskt sjónvarp at síggja.

Flestu starvsfólkini í sjónvarpinum eru limir í Starvsmannafelagnum, men fýra eru limir í Føroysk Miðlafólk, og tey verða til arbeiðis. Tey kunnu gera upptøkur, men sendifólkini verða heima.

Í útvarpinum verða bara tríggir limir í Føroysk Miðlafólk til arbeiðis í morgin, og so nøkur aftrat, sum ikki eru limir nakrastaðni og ikki gera tiðindi.

- Eg ætli mær at vera teknikari, sigur Annika Mittún Petersen, kringvarpsstjóri.