Einki siðaskifti í Kringvarpinum

Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, kennir seg illa aftur í atfinningunum um vantandi nýggjársgudstænastuna. Talan er bara um, hvussu sendiflatan verður samansett, sigur hann

Tað hevur loypt øði í mong, at Kringvarpið ikki sendir gudstænastu gamlaárskvøld, soleiðis sum siður annars hevur verið. Eitt nú hevur Theodor Eli Olsen, prestur og stýrislimur fyri Kringvarpið, sagt, at talan er um siðaskifti, men hesum vísir kringsvarpsstjórin aftur.

 

- Hetta er øsa málið upp í skúm. Faktuelt hendi tað í fjør, at sjálv gudstænastan varð flutt frá klokkan 11 á kvøldi til klokkan 16. Í fjør tóku vit gudstænastuna upp, og sendu hana so klokkan 11, men tað hava vit so ikki valt at gera í ár, sigur Dia Midjord.

 

- Vit hava valt, at so hvørt, sum tað líður út á seinnapartin, verður talan um lættari undirhald í sendiflatuni. Plátubarrin er so eisini partur av hesum, og tað riggar væl við eitt heldur lívligari útvarpskvøld. Í so máta hildu vit, at tað kanska var ein andsøgn, um vit klokkan 23 sendu gudstænastu, og longur er tann søgan ikki, sigur Dia Midjord.

 

Hann vísir eisini á, at nýggjársgudstænastan verður bandað, og at hon verður løgd á netið, soleiðis at fólk hava møguleika at hoyra hana har.

 

Les eisini: Harmast um siðaskifti í Kringvarpinum