Einki serligt veður um vikuskiftið

Tað verður nakað av vindi og regni um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við ivasomum veðri um vikuskiftið. Tað verður nakað av vindi og regni báðar dagarnar.

 

DMI sigur, at í dag veksur vindurin upp í 8-13 m/s av suðri. Samdrigið og regn mesta av degnum, í kvøld og í nátt turt fyri tað mesta. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin 8-13 m/s, í støðum upp í 15 m/s, av suðri. Út á dagin minkandi niður í 3-8 m/s av útsynningi. Samdrigið og ælaveður, sum frálíður regn av vestri. Hitin millum 9 og 13 stig.