Sambært skránni skuldi grannauppgerðin millum Víking og NSÍ vera uppi á Brekku í Leirvík, har næstbesta liðið hjá Víkingur eigur heimavøll.
Men har var avkavað seinnapartin, og so var í skundi flutt til Runavíkar og heimavøllin hjá NSÍ.
Hóast Víkingur átti heimavøll við Løkin, sum er heimavøllur hjá NSÍ, so vann Víkingur stórsigur.
Úrslitið var 5-0 eftir 3-0 í fyrra hálvleiki.
Tað sigur seg sjálvt, at fótbóltslagið onkuntíð hevur verið betri í Runavík, enn tað er í kvøld.
Besta liðið tapti seinnapartin 2-0 á Skála, og um somu tíð tapti næstbesta liðið 5-0.
Ingi Jonhardsson setti hol á, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, og tríggir minuttir seinni økti Tonni Thomsen um munin til 2-0 við brotssparki. Tveir minuttir seinni skoraði Arnbjørn Svensson og so var 3-0.
Tvey mál vórðu skorað eftir steðgin. Geza David Turi økti um munin til 4-0 í 48. minutti, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði Hans Jákup Lervig til 5-0.
Merkisvert var tað, at Philip Djordjevic, sum í fleiri ár hevur verið fastur maður á besta liðnum hjá Víkingi, í dag var á næstbesta liðnum allar 90 minuttirnar.
Víkingur hevur sjey stig, og NSÍ hevur trý stig, nú trý umfør eru farin.









