Einki serligt grýluveður

Eitt lágtrýst beint eystan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynning vestan. Tí streymar køld luft við vetrarælum sum frá líður inn yvir Føroyar av landnyrðingi.

 

Veðrið í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Yvirhøvur skýggjað og regn, og seinnapartin vátaslettingur í støðum. Hitin um 5 stig, men seinnpartin byrjar hann at fella. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga minkar í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, seinni landnyrðingi, 5 til 10 m/s, um kvøldið veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av landnyrðingi. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum út á kvøldið spakuliga makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og kavi ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig, um náttina frost í støðum.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Sólglottar, men okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Leygardagin

Hann veksur vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, men móti morgni minkar hann vindin aftur. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 4 stig.