Einki samstarv millum Gazprom og Dong

- Landsstýrið í Føroyum hevur heitt á okkum um at skipa fyri einum fundi millum landsstýrið og Gazprom, men vit skilja als ikki tann partin av tíðindaskrivinum, sum snýr seg um samstarv millum Gazprom og Dong sigur tíðindakvinnan hjá Dong, Louise Münter.

Sambært Børsen ynskir Gazprom ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, heldur ikki eftir, at Dong hevur víst aftur tíðindini um samstarv millum Dong og Gazprom í Føroyum.

Gazprom og Dong hava í dag tætt samstarv um avtalur at flyta gass úr Ruslandi til Dong, sum í framtíðini skulu nøkta ein stóran part av danska gassbrúkinum, og um Gazprom er við at fara undir eitt samstarv við Dong Energy at leita eftir olju og gassi í Føroyum, so er tað ein víðkan av samstarvinum, hvat Dong so vísir aftur. Børsen hevur umsett partin um Dong úr tíðindaskrivinum soleiðis:

»Gazprom og det danske selskab Dong Energy har især undersøgt muligheden for at gennemføre fælles olie- og gasprojekter«.

Bretskan útgávan frá Gazprom er soljóðandi:

»Particular attention was paid to the opportunities of launching joint oil and gas projects by Gazprom and Danish Dong Energy.«