Í síðstu viku bórust tíðindini, at Pedagogfelagið hevði slitið samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið um ein nýggja sáttmála, tí partarnir vóru millum annað ósamdir um viðurskiftir í samband við starvslæru hjá námsfrøðilesandi.
Fríggjadagin sendi Fíggjarmálaráðið fjølmiðlunum eitt skriv, har teir bóðu Pedagogfelagið at koma aftur til samráðingarborðið, og góvu fakfelagnum skyldina fyri læstu støðuna.
Tað hóvaði ikki formanninum í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, ið kallar útmeldingina fyri provokerandi.
- Einki samskifti er millum partarnar í løtuni. Útmeldingin fríggjadagin frá Fíggjarmálaráðnum var eitt sindur provokerandi, men nú vænti eg, at tey fara at hugsa seg um, og koma so við einum kvalifiseraðum aftursvari seinni, sigur Jógvan Philbrow í eini stuttari viðmerking við in.fo, og leggur afturat.
- Útmeldingin ger ikki støðuna betri, tí trupulleikin er, at tey ikki taka ósemjuna við starvsvenjingini í nóg stóran álvara. Tá verður trupult at finna eina loysn.
Formaðurin leggur dentr á, at tað hóast alt ikki er so langt millum partarnar, og at tað ikki er neyðugt at fáa semingsmann upp í málið.
- Bólturin liggur hjá Fíggjarmálaráðnum, og vit bíða eftir einum útspæli frá teimum. Men ósemjan er ikki so stór, at tørvur er á einum semingsmanni enn. Vit eiga at klára at finna eina loysn á hesum uttan at tilkalla ein semingsmann.