Tá avtornaði vóru bert sjey næmingar, ið høvdu valt russiskt. Og sambært leiðsluni á skúlanum er tað ov lítið:
- Tað eru somuleiðis altíð nøkur, ið fella frá. Og tískil loysir tað seg ikki. Men tey, ið valdu russiskt í fjør, halda sjálvandi fram við russiskum eitt ár afturat saman við læraranum André Niclasen, sigur Anna Djurhuus, skrivstovukvinna á Studentaskúlanum í Hoydølum.