Talan var um eitt brak av eini framførslu, tá Anfinn Nielsen og hansara companí fyri trimum árum síðani loftaðu SummarFestivalinum, sum var um at kódna í mjørkanum. Og stendur tað til Anfinn sjálvan, so verður brakið ikki minni hesaferð.
- Vit ætla okkum í øllum førum at levera vøruna. Har verður einki roks ? bara rock, sigur Anfinn Nielsen við portalin.
Tey flestu hildu, at talan var um eina framúr framførslu hjá tykkum fyri trimum árum síðani. Hvussu var upplivingin hjá tykkum á pallinum?
- Hon var fantastisk. Hatta er so nógv tann størsta fjøldin, sum vit hava spælt fyri, og tað var ein sera stór kensla at standa á pallinum ta ferðina.
Og brakið verður tað sama hesaferð?
- Tað vóna vit í øllum førum. Vit eru kanska nakað tíðliga á skránni leygardagin, men verður veðrið so gott, sum tað ljóðar, so verða vónandi nógv fólk til framførsluna. Og so vóna vit sjálvandi, at tey eru líka nógv við upp á tað hesaferð, sum tey vóru tá, sigur Anfinn.
Og verður tað tann góði gamli Anfinn, sum vit fáa at síggja?
- Tað verður tað. Nakað av nýggjum verður eisini við, men skráin er á leið helvt um leið við gomlum og nýggjum løgum. Men tað verður rock fyri allar pengarnar. Mikkjal Hvannastein og Petur Hans Niclasen spæla guitar, og teir hava fingið púrasta fríar teymar at folda seg út. So fáa vit at síggja, um vit eisini finna upp á okkurt í seinastu løtu. Tað gjørdu vit seinast, tá eg var í eini svintu til seinastu sangirnar, men svintuna havi eg so ikki sæð aftur. Henni fór onkur festivalgestur avstað við, sigur Anfinn Nielsen.